Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hvønn dag eru nógv eygu á hvørjum stakluti á farstøðini á flogvøllinum: hvat kann gerast betri, og hvussu kunnu tey ferðandi verða tænt á best møguligan hátt?

Alt verður lagað soleiðis, at tørvur hjá teimum ferðandi verður nøktaður á besta hátt.

Eitt, ið summi hava saknað, er at kunna keypa sær eina føroyska bók at stytta sær stundir við, meðan kaffið verður drukkið, ella meðan flogið verður. Tveir tímar í frið og náðum í flogfarinum at lata seg søkka niður í ein góðan tekst er hvíld og sálarrógv hjá mongum.

Flogvøllurin ger nú fyrstu royndina at vita, um eitt úrval av teimum nýggjastu bókunum hjá Sprotanum kann nøkta henda tørv.

Sum eina byrjan er ein karrusell sett upp við 14 nýggjum titlum.  Framleiðslan hjá Sprotanum er so mikið stór og javnað út á alt árið, at hvønn mánað vera nýggjar bøkur í karrusellini. Nýggjar týddar skaldsøgur og nýggjar føroyskar upprunabøkur.

Næsta stig verður vónandi, at skreytbøkurnar, sum eru skrivaðar bæði á føroyskum og enskum, eisini fáa pláss á flogvøllinum.

Tiltakið varpar ljós á part av tí, ið verður skapt á okkara egna máli, og fer at slóða fyri, at skreytútgávurnar koma fyri eyguni á útlendingum, ið vitja her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo