Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag, mikudagin tann 2. novembur, varð Forsidan.fo lanserað.

Forsidan.fo er ein nýggjur miðil, sum vísir føroysk alnetstíðindi frá fleiri tíðindaveitarum á einum stað.

Hetta fyri at gera tað lættari fyri føroyska tíðindalesaran at fáa fatur á tíðindum. -

- Hugskotið kom til mín ein dagin, tá eg skuldi lesa tíðindi. Eg visti ikki hvar eg skuldi byrja; og kanska enn verri, visti eg heldur ikki hvar eg skuldi enda.

- Tí hugsaði eg, at tað hevði verið smart, um eg kundi sæð fleiri tíðindaveitarar á einum stað. Síðani byrjaði arbeiðið við at menna Forsidan.fo, sigur Tummas Jóhan í Djónastovu, sum ígjøgnum fyritøkuna ÍVF Poly eigur Forsidan.fo.

Við at vísa mynd, yvirskrift og við at leinkja til viðkomandi tíðindagrein fær tíðindalesarin tað nýggjasta samlað á einum stað, Forsidan.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo