Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Nú verður forskúlalíknandi tilboð á Velbastað. Tilboðið verður skipað í samstarvi millum Velbastaðar skúla og Dagstovnin á Velbastað.

Endamálið við forskúlalíknandi tilboðnum er, at børnini læra skúla og starvsfólk at kenna og at gera skiftið millum dagstovn og skúla lættari. Tímarnir í forskúlalíknandi tilboðnum verða lagdir til rættis í samstarvi millum dagstovn, skúla og foreldur. Forskúlalíknandi tilboðið verður eisini partur av innskúlingini, yngsta bólki í skúlanum.

Í tilboðnum verður dentur lagdur á eina spælandi tilgongd til tøl, mongdir, bókstavir og ljóð. Tilboðið verður skipað við støði í kunngerðini um skipan og læring í forskúla, og virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um hesi høvuðsøki:

- Samveru og samstarv
- Mál og málmenning
- Rørslu og motorikk
- Sosialar førleikar
- Undran, forvitni og skapanargleði
- Handaverk og list
- Støddfrøði og náttúru og at nýta náttúruna í læringini

Børnini møta i skúlanum um morgunin og eru har í tveir tímar. Børnini fara so í dagstovnin, tá tey eru liðug í forskúlalíknandi tilboðnum.

Foreldur, ið ynskja at skriva barn í forskúlalíknandi tilboð á Velbastað, kunnu venda sær til Leiv Frederiksen, fyrstilærara í Velbastaðar skúla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo