Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Fríggjadagin 30. septembur verður framløga av frágreiðingini ”Fosturtøka í Føroyum – tilvild og lógloysi” í Reinsarínum í Havn.

Eru øll líka fyri lógini? Er talið av føroyskum kvinnum, sum fáa fosturtøku, veruliga so lágt? Og verður lógin í roynd og veru fylgd?

Kanningin hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísir millum annað, at bert 17% av kommunulæknunum meta, at fosturtøkulógin bókstaviliga verður hildin.

Hetta er eitt av mongu tølunum, ið verða viðgjørd og løgd í frágreiðingini á almennum tiltaki í Reinsarínum í Havn, fríggjadagin 30. septembur kl. 15.00.

Eftir framløguna skifta Sólvit Nolsø, Ingilín D. Strøm, Sirið Stenberg og Helgi Abrahamsen orð um fosturtøku. Uni Holm Johannesen stýrir orðaskiftinum.

Tað er ókeypis atgongd, men tilmelding er neyðug við at senda ein teldupost á jf@ft.dk ella við at senda eini boð á Facebook til Javnaðarflokkin á fólkatingi.

Avmarkað pláss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo