Ivi er byrjanin til vísdóm
- Aristoteles

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Vit gerast alsamt eldri, samstundis sum vit sum ongantíð fyrr leingjast eftir æviga ungdóminum og gera tað, vit megna, fyri at dylja ellismerkini á likami okkara. Okkara ótti fyri forfalli, hjálpartólum, rukkum og deyða lítilsger tey gomlu, og ger okkum fremmandan fyri aldrandi kroppinum.

Happy end er ein norðurlendskt verkætlan og er eitt samstarv millum Next Door Project, Trónd Bogason og Icelandic Love Corporation. Happy end verkætlanin tekur støði í at fagna ellisárunum og tí langa lívinum. Tað eru sjónleikarar, tónleikarar og dansarar, ið saman við búfólkunum bjóða áskoðarum inn á røktarheim at síggja eina álitisfulla ferð undir rukkutu húðini.

Fyri einum árið síðani, í mai 2016, var framsýning við dansi, sjónleiki og tónleiki á Lágargarði . Beinta Clothier, sjónleikari var ímillum áskoðararnar. Beinta upplivdi, at síggja tey eldru siga sína søga á ein listarligan hátt. Hetta gjørdi hana klókari og hon var bilsin av at ein so góð søga kundi sigast ígjøgnum sambandi millum listafólk og búfólk á ellisheiminum og hon var bilsin av at tey eldru vildu luttaka og vístu listafólkunum so stórt álit uppá tað stuttu tíð, tey arbeiddu við verkætlanini.

Tey gomlu verða bjóða at luttaka og tó at fleiri eru dement og minnið viknað, minnast tey dansin og kropsligu rørslurnar, sum spretta úr einum øðrum parti av heilanum. Tí gekk væl hjá teimum at luttaka í framførslunum. Tað tykist, sum kroppurin minnist betri enn heilin, sigur Ingrid Tranum Velásquez, sum er danski koreografurin í verkætlanini.

Framsýningin í Tilhaldinum, er fotomyndir frá framførslum á røktarheimum í Tórshavn, Reykjavík og Keypmannahavn.

Meira kann lesast um verkætlanina á:
www.nextdoorproject.dk
www.happyendproject.dk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo