Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vinstrumegin frá: Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, og umboðini fyri Fountainhúsið, sum vóru Sólrun S. Michelsen, Einar Tórstún, Sámal Mortensen, Birita Petersen, Súsanna Winther Poulsen og Súna Mørk

Lions Club Tórshavn: Aftur í ár royndist ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn sera væl, tí har vóru mong vitjandi og hugdu at teimum mongu listaverkunum, ið vóru at síggja. Hartil vóru mong listaverk seld, so talan gjørdist um ein góðan ágóða til Fountainhúsið.

Um dagarnar vórðu tær 100.000 krónurnar handaðar umboðum fyri Fountainhúsið, ið eisini greiddu nærri frá um virksemið, sum í stuttum snýr seg um at veita teimum millum 18 og 67 ár, ið hava ella hava havt sosialar og sálarligar avbjóðingar eitt arbeiðsrelaterað tilboð.

Talan er um eitt rehabiliteringstilboð, har førleikar og styrki verða ment, so møguligt er aftur at koma á arbeiðsmarknaðin. Fountainhúsið bjóðar ein skipaðan gerandisdag við arbeiðsuppgávum og endurvenjing – bæði fakliga, persónliga og sosialt.

Fleiri góð hugskot
Føroyska Fountainhúsið, ið heldur til á Tinghúsvegnum í Havn, hevur virkað í meira enn átta ár, og har koma umleið 35 fólk allar gerandisdagar í vikuni, so stórur tørvur er á tilboðnum, ið verður bjóðað. Hóast Fountainhúsið fær almennan rakstrarstuðul, er stórur partur av virkseminum fíggjaður við stuðli, eitt nú trivnaðartiltøk fyri limirnar, so sum útferðir, biograf, hugnakvøld og líknandi.

Tey, sum vóru møtt frá Fountainhúsinum at taka ímóti pengunum, høvdu fleiri góð hugskot til, hvussu peningarnir frá Lions Club Tórshavn kunnu brúkast. Onkur kundi hugsað sær okkurt sosialt tiltak so sum jólaborðhald, og onkur at fara útferð í Føroyum ella til okkurt av hinum Norðurlondum at vitja onnur Fountainhús.

Tað var Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, ið handaði Fountainhúsinum gávubrævið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo