Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyritøkan Dominion ákærur Fox News fyri ærumeiðing í sambandi við viðgerðina av forsetavalinum í 2020.

"Stop the steal!"

Tað hevur verið júkað av fleiri stuðlum hjá Donald Trump, eftir at táverandi forsetin tapti valið um at sita eitt skeið afturat í november 2020.

Trump og hansara fólk hava síðani valdagin tann 3. november 2020 noktað at viðurkent sigurin hjá Joe Biden á forsetavalinum, og hetta náddi hæddina tann 6. januar 2021, tá ið Kongressin var stormað av illum Trump-viðhaldsfólkum.

Uppáhaldið um at Joe Biden og demokratarnir høvdu fuskað við valúrslitinum, er framvegis ódokumenterað, men summir amerikanskir miðlar hava aftur og aftur dekka vallygninsa síðani 2020.

Ein av miðlunum er sjónvarpsstøðin Fox News, og í dag byrjaði rættarmál um júst viðgerðina hjá Fox News dækning av valúrslitinum í sambandi við forsetavalið. skrivar DR.DK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo