Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ríðisambandið: Ríðingin er seinastu árini broytt nógv, frá at vera ítrótt næstan burturav fyri mannfólk, er gongdin seinastu árini broytt til at flestu av teimum ungu ið ríða eru konufólk. Hetta hevur tó ikki sæst aftur í nevndini hjá Ríðisambandinum, nevndin hevur frá stovnan í 1997 til nú, burturav verið “mannað” við mannfólkið.

Hetta broyttist tó fyrrapartin í dag, tá sersambandið innan ríðing helt aðalfund. Aðalfundurin valdi hesi fólk at standa á odda fyri ríðingini komandi árið. Brandur í Dali, formaður, Zacharias R. Jacobsen, næstformaður, Valborg Laksafoss, nevndarlimur og Poula Tornby, tiltakslimur. Sostatt er nú javnstøða innan kynini tá fundast verður framyvir.

Ríðingin hevur verið fyri støðugum vøkstri seinastu árini, bæði á høvuðsøkjunum og eisini runt landið. Hetta er nakað sersambandið fegnast stórliga um og arbeiðast skal framvegis við at fáa fleiri limir og feløg við í Ríðisambandið. Um alt gongur sum ætlað er limatalið í sersambandinum tvífalda frá 2020 til 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo