Løgmaður á Ólavsøku: Fyri at tryggja trivnað, fjølbroytni og vøkstur í øllum landinum mugu vit støðugt útbyggja infrakervið.
- Vit seta sjøtul á arbeiðið at gera tunnil til Suðuroyar og stovna partafelagið Suðuroyartunnil. Frá 2025 seta vit 100 mió. kr. av um árið til verkætlanina.
- Eisini fyrireika vit ein vestmannatunnil, og arbeiðið við tunli millum Øravík og Fámjin er byrjað.
- Arbeiðini við tunlunum til Sandoynna, Dals og Norður um Fjall ganga eftir ætlan.
- Eysturoyartunnilin hevur kollvelt samferðsluna, og prísurin er nú tillagaður, so at tey, sum koyra ofta, fáa størri nyttu av tunlinum.
- Strandfaraskip Landsins knýta landið saman og hava alstóran týdning fyri samferðsluna. Men Strandferðslan má umskipast, so hon fær tryggar og varandi karmar og ferjuflotin kann endurnýggjast.
- Seinnu árini hevur suðuroyarleiðin verið undir trýsti. Økta virksemið í oynni ávirkar farmaflutningin.
- Vit leiga tí ferjuna Herjolf III, ið fyrst og fremst skal sigla sum farmaskip. Soleiðis fáa bæði suðuroyingar og vinnan betri tænastu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo