Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Skrivaði herfyri um fallið hjá hvítt stýrda Rhodesia, ið til 1980 varð kallað ‘breyðkurvin’ í Afrika, til í dag svart stýrda Zimbabwe, ið nú kann kallast ‘biddaraskálin’ í Afrika.

Zimbabwe hevur sosialistiskt hernaðarstýri og fleiri 100% inflatión árliga við 90% arbeiðsloysi. Av 14 mió íbúgvum eru 5 mió rýmd uttanlands av svongd.

Hetta afrikanska landið er heldur regulin enn undantakið um tær vanlukkur, ið raka lond, ið kasta seg í føvningin á tí tølandi sosialismuni, ið oyðileggur alt, sum hon í ‘reinasta’ formi og hennara leiðarar nerta við.

Líknandi dømi er Venezuela
Eitt annað dømi er Venezuela, ríkasta land í Suðuramerika til aldaskiftið 2000, men nú eitt oyðiland eftir tveir sosialistiskar einaræðisharrar.

Landið er til ummáls 1 mió km2 (3 ferðir størri enn Týskland) men við 30 mió íbúgvum (1/3 av týska fólkatalinum). Avgrøðin kundi heystast 3 ferðir árliga.

Mitt í 20. øld fóru menn at leita og bora eftir olju. Skjótt varð staðfest, at Venezuela liggur oman á heimsins 3. størstu oljugoymslum.

Fram móti hesum aldamóti var landið nógv tað ríkasta í Suðuramerika.

Ungur oberstur royndi statskvett
Venezuela byrjaði sína ferð móti bakkatromini í 1992, tá ein ungur oberstur, Hugo Chavez, royndi statskvett við fleiri herdeildum, ið kostaði 100-tals lív.

Kvettið miseydnaðist, og Chavez varð dømdur fleiri ár í fongsli.

Bert 2 ár seinni í eini ‘tjóðarsemju’ læt demokratiska stjórnin hann leysan.

Hann hevði lært av mistøkum, men agiteraði tó alment fyri sosialismu, enntá á Kuba, har hann røddi sum gestur hjá Fidel Castro í tjóðartinginum í Havana.

Hann segði tá m.a: “Eg havi ikki henda heiður uppibornan nú, men vónandi seinni... Vit hava vígt okkum til stríðið fyri kollvelting.”

Í 1998 stillaði Chavez upp til forseta og segði seg “hvørki vilja ráa kapitalismu ella kommunismu, men eina ‘triðju leið’ har ímillum. Ein sosialistisk lygn.

Chavez varð valdur forseti, og fór straks undir at broyta landsins grundlóg, sum hevði tryggjað 3-býtið millum lógevandi, útinnandi og dømandi vald.

Broytti grundlógina til reina sosialismu
Hann fekk skjótt tingið at broyta grundlógina, ið nú gav fólki nýggj rættindi sum ókeypis heilsurøkt, útbúgving og ‘sosialt rættvísi’, sum tað altíð eitur.

Chavez var so óstortligur, at hann breyt grundlógina fleiri ferðir, sum hægstirættur líka ofta undirkendi.

Forsetin útnevndi so 12 sosialistiskar hægstarættardómarar. Tá bar betur til.

Oljuprísurin á heimsmarknaðinum hækkaði í himmalflukt.

Allir ventilar vórðu skrúvaðir víðopnaðir, so Chavez spulaði landið undir í oljuvælferð.

Ein nýggj grundlóg fekk 72% undirtøku á eini fólkaatkvøðu. Tá bar alt til.

Í 2006 var aftur val, og tá stungu vinstrahallu hógvarnar hjá Chavez undan.

‘Reinum’ sosialisti líkt herjaði hann á privata ognarrættin og førdi opinlýst kommunistiskan politikk.

1000-tals privat virki og fyritøkur, miðlar, olju- og el-orkufeløg, nám, garðar, bankar, verksmiðjur og handlar vórðu yvirtikin sum almenn ogn.

Skjótt ráddi pressusensurur, og allar atfinningar vórðu kvaldar og revsaðar.

Spýttsleikjarar streymaðu til
Heimsins sosialistisku spýttsleikjarar (mest teir hjá Obama, í Hollywood og heimspressuni) streymaðu til Caracas.

Tey fóru sum fyrr á pílagrímsferð, til Stalin, Mao, Ho Chi Mihn, Fidel Castro (o.a. sosialistiskar stórdrápsmenn), at fagna tí nýggja kommunistiska ‘messiasi’, sum varð glorifiseraður í skammleysum lovorðum.

So leingi oljuprísurin hækkaði, so øktist sosialistiski rómurin í Venezuela, og ímillum 2008 og 2014 var miðal ársinntøkan pr. íbúgva í landinum $18.000 (= 100.000 Dkr).

Men sum ríki maður í Bíbliuni mitt á nátt, so í 2013, mitt í hesum oljufíggjaða almenna og privata nýtsluballinum, doyði Hugo Chavez av krabbameini.

Tá hevði hann tó syrgt fyri, at dóttirin, Maria Gabriela Chavez, var landsins ríkasta kvinna og góð fyri $ 4 mia (= 26 mia kr = 4 føroyskar fíggjarlógir!).

Eftirmaður Chavez og nú diktator eitur Nicolas Maduro. Hann hevði klórað seg upp til at verða formaður í fakfelagnum hjá bussførarum í Venezuela.

So fall oljuprísurin, og vælferðarballið endaði við, at ‘dansigólvið’ datt undan teimum fátæku.

Eta nú úr ruskspannum
Nú er miðal ársinntøkan í Venezuela pr. íbúgva fallin 3/4 , 75%, niður í $ 6.000 (= 25.000 kr) og arbeiðsloysið yvir 50% av berari sosialismu.

Tey fátæku hava etið síni kelidýr og dýrini í djóragørðum. Tey eta nú úr ruskspannum.

Miðal venezuelin er 10 kilo afturfarin av áralongum ‘Maduro-dieti, sigur WHO.

Gamla tjóðartingið hevur einki vald, tí Maduro skipaði fyri vali til sítt ‘egna’ tjóðarting við bert einum flokki uppstillaðum og nýggjum hægstarætt.

3 uppreistrar eru bardir niður av herinum, løgregluni og av 20.000 kubanskum servandum hermonnum, ið hjálpa til at halda Maduro til valdið.

Venezuela rindar kubanum, russum (og kinesarum) fyri stuðulin við bíligari olju.

Vinirnir hjá Maduro fáa tað mesta av síni inntøku frá altjóða narkohandli.

7 mió íbúgvar (4. hvørt fólk) eru flýdd úr Venezuela til grannalondini.

Handlarnir eru tómir, alt er skamtað, og fólk brúka 4 tímar um dagin í handilskø.

IMF-hagtøl siga sína søgu
Óneyðugt at siga hevur inflatiónin í Venezuela sveiggjað millum fleiri 100 og fleiri 1000% hvørt einasta ár síðan 2014.

Altjóða gjaldoyragrunnurin kunngjørdi herfyri nøkur hagtøl úr Suðuramerika fyri at vísa, hvussu ræðulig ‘rein’ sosialisma er fyri land, fólk og teirra búskap.

IMF-tølini vísa, at eitt illa stýrt land sum Argentina hevur bert havt 21% vøkstur í BTÚ íalt frá 1980 til 2022. (Nú $ 23.000 um árið í miðal pr íbúgva).

Tað svarar tó til nærum 5 ferðir miðal ársinntøkuna pr ibúgva í Venezuela nú.

Best stýrda landið i Suðuramerika farnu 40 árini hevur verið Chile, líka síðan Pinochet til nú.

Bert 36 ára gamli sosialisturin, Gabriel Boric Fonk, hálv studeraður juristur, er júst valdur forseti. So nú er at flyta sínar sparipengar uttanlands.

Miðal ársinntøkan pr. íbúgva í Chile er økt úr $6.000 í 1980 upp í $26.000, t.e. meiri enn 4 falding eftir 40 árum.

(Høgni Hoydal er landstýrismaður í vinnu- og alimálum. Har er nógv at javna út).

Einaferð enn: ‘Rein’ sosialisma oyðileggur alt, hon nertur við.

Venezuela var eitt borgarligt oljuland. Nú er tað eitt sosialistiskt oyðiland.

Fólkið etur úr ruskspannum.

Maria Gabriela Chavez hevur ongantíð arbeitt í lívinum, men er nú ST-sendikvinna hjá Venezuela og enn góð fyri $ 4 mia. dollarar.

Hví taka vesturlendskir fjølmiðlar ikki hetta himinrópandi órættvísið upp á tungu?

Óli Breckmann

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo