Amnesty International Føroyar: Hvønn týdning hevur frælsi at trúgva í okkara samfelag, og fyri okkum sum menniskju?
Hesar spurningar roynir Amnesty International Føroyar at lýsa í Perluni hóskvøldið 11. juni klokkan 19.
At trúgva tí, sum vit vilja, er ein mannarættur staðfestur í okkara grundlóg og í altjóða mannarættindasáttmálum, sum Føroyar hava bundið seg at fylgja.
Nógv verður kjakast og sagt um trúgv í løtuni í føroyska samfelagnum. Tónin er merktur av sterkum meiningum, ótta og polarisering. Tí halda vit at tørvur er á eini samrøðu um hvat trúgv hevur at siga fyri okkum persónliga, men eisini hvat tað hevur at siga fyri okkara samfelag, tá umræður demokratiska húgsjón, persónliga frælsi og mannarættindi.
SKRÁ:
Shakeel Jamil, næstforfólk í Amnesty Føroyar
- Bjóðar vælkomin og greiðir frá um mannarættindi og trúarfrælsi
Sigri M. Gaïni, Ph.d., námslektari í vísindaástøði, lívsáskoðan og siðalæru
- Er nakað fólkaræði uttan trúarfrælsi?
Røddir úr ymiskum trúarsamfeløgum
- Luttakarar práta um hvønn týdning og leiklut persónliga trúgv teirra hevur.
Óluvá Zacariassen er orðstýrari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



