Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Skúlin við Løgmannabreyt: Undir morgunsanginum í dag varð skipað fyri fráfaringarhaldi fyri Eyðólvi Dimon, sum í komandi viku hevur seinasta skúladag í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Eyðólv tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1983. Fyrsta árið var hann lærari á Føroya Barnaheimi, og í 1984 byrjaði hann í Venjingarskúlanum og var har til 2011, tá hann kom í Skúlan við Løgmannabreyt.

Eyðólv fekk miðskeiðis í áttatiárunum tænastumannastarv og man vera ein av teimum seinastu, sum fekk tað, um ikki hin seinasti. Tilsamans hevur Eyðólv verið lærari í nærum fýra áratíggju.

Eyðólv hevur fyri tað mesta undirvíst í elstu flokkunum og lærugreinar hansara hava fyrst og fremst verið føroyskt, landafrøði og søga. Harumframt hevur samfelagsfrøði og kristni verið nógv á tímatalvuni.

Nú Eyðólv hevur valt at pensjonera seg og fara úr tænastumannastarvinum, missa næmingar og starvsfólk í Skúlanum við Løgmannabreyt ein vældámdan lærara við stórum alski til sítt yrki. Í læraragerninginum hevur Eyðólv verið røkin, stundisligur og altíð væl fyrireikaður - sjúkradagarnir hava verið sera fáir.

Tá ið tú sært henda fryntliga, vælklædda og væltrimmaða mann, kemur tær ikki til hugs, at talan er um ein, sum er í ferð við at pensjonera seg. Men soleiðis er, og vit kunnu í hvussu er siga, at Eyðólv er væl fyrireikaður at fara undir pensjónstilveruna. 

Skúlin ynskir Eyðólvi alt tað besta; tað er longu stórur saknur í honum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo