Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-015/2022 eftir § 52a í Tingskipanini frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum um eftirmeting av Málráðnum

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær er ætlanin hjá landsstýrismanninum at leggja frágreiðing fyri Løgtingið fyri at viðgera virksemið hjá Málráðnum, vísandi til lógina um Málráð og eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?

2. Verður eftirmetingin av Málráðnum, dagfest 18. november 2016, eisini løgd fyri Løgtingið til viðgerðar?

3. Um ikki, nær ætlar landsstýrismaðurin so at almannakunngera frágreiðingina?

Svar
Til 1. Eg eri saman við Málráðnum farin í eina tilgongd at fáa gjørt eina frágreiðing um, hvørt lógin um málráð virkar eftir ætlan, og um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg. Eftir ætlan verður henda frágreiðing løgd fram í vetur ella tíðliga á vári.

Til 2. Eftirmetingin frá 2016 verður eftir ætlan ikki løgd fyri Løgtingið. Hon er longu 6 ára gomul, og nógv er broytt síðan tá.

Til 3. Miðað verður ímóti, at frágreiðingin verður løgd fram í vetur ella tíðliga á vári komandi ár.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo