

Á tingfundinum sum byrjar klokkan 10 í dag fer Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum at geva tinginum sína árligu frágreiðing um Sjófeingislógina. Seinni verður aðalorðaskifti.
Eisini koma fleiri mál á tingborð til fyrstuviðgerð í dag. Teirra millum málini um Fólkaheilustýri og um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo