
Mynd: Vagnur Michelsen

Mynd: Vagnur Michelsen
Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um viðgerðarstovnarnar Blákrossheimið, Frælsi og Heilbrigdi.
Í frágreiðingini hevur Landsgrannskoðanin lýst bygnað og leiðslu hjá viðgerðarstovnunum, um eftirlitini hjá Heilsutrygd og Landslæknanum eru framd og um viðgerðarstovnarnir eru góðkendir og fylgja ásetingunum í góðkenningini frá Heilsutrygd. Frágreiðingin lýsir eisini játtanar- og roknskaparviðurskifti seinastu 5 árini.
Frágreiðingin kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo