Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hóast vaksandi bruttovinning minkaði úrslitið nakað hjá smápartafelagnum Frakt og Sandsølan við heimstaði í Runavík í fjør.

Sum navnið bendir á er høvuðsvirksemið hjá felagnum rakstur av flutningsskipum og søla av sandi.

Bruttoúrslitið vaks út 47 mió kr í 2018 til nærum 51 mió kr í fjør. Men starvsfólkatalið hækkaði úr 98 upp í 114, og tað sást á úrslitinum, sum minkaði úr 6,6 mió kr í 2018 til 5,1 mió kr í fjør.

Leiðslan er nøgd hóast alt og væntar heldur frægari úrslit í hesum árinum.

Frakt og Sandsølan er kend millum manna sum ein væl rikin fyritøka og tað sæst eisini aftur í fíggjarstøðuni, har javnin er nærum 94 mió kr við eini eginogn uppá 22,3 mió kr.

Móðirfelag hjá Frakt og Sandsøluni er Navigare Spf.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo