Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bæði tøkan av alifiski hjá Bakkafrost og sølan av fóðri hjá Havsbrún vóru størri í øðrum ársfjórðingi enn fyrsta í ár. Tað sigur Bakkafrost frá í eini børsfráboðan.

Tøkan í Føroyum var 12.900 tons og í Skotlandi 7.900 tons. Samsvarandi tøl frá fyrsta ársfjórðingi vóru 10.700 og 7.300 tons.

Havsbrún framleiddi 22.100 tons av fóðri 2. ársfjórðing í mun til 19.100 fyrsta ársfjórðing.

Hálvársroknskapur kemur frá Bakkafrosti 25. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo