Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Felagið Varðin: Framløga av Vága kirkjubók verður í skúlanum á Giljanesi í kvøld 10. februar klokkan 19.

Her er talan um eitt nágreinligt avrit av kirkjubókini fyri tíðarskeiðið frá 1797 til 1892, sum Johan G. Mikkelsen hevur gjørt. Felagið Varðin gevur út, og er henda bók tann fjórða av teimum elstu kirkjubókunum í Føroyum.

Tær tvær fyrstu vóru um Eysturoyar prestagjald, tann triðja var um Norðoya prestagjald, og hendan fjórða er um Vága prestagjald.

Tann sum vil fáa at vita nágreinliga hvat ið stendur í hesi søguligu keldu kann lesa nær børn eru doypt, hvørjar gubbar og gummur tey høvdu, nær tey eru fermd, nær tey eru gift og við hvørjum, og hvørji børn tey hava fingið. Eisini stendur nær tey eru deyð.

Nú verður lættari at granska ætt og ætlanin er at halda fram við útgávuni so vit eisini fáa Norðstreym, Suðurstreym, Suðuroy og Sandoy við.

Í hvørjum bindi er stílur, har til ber at síggja hvar persónssnøvn og staðarnøvn koma fyri. Á tann hátt fæst almikið gagn burtur úr tilfarinum, so tað ber til at greina ættirnar um allar Føroyar.

Á framløguni ber til at hoyra Jógvan Ravnsfjall greiða frá teimum prestum, sum hava skrivað kirkjubøkurnar. Inga Poulsen Dam, sum nú skrivar kirkjubøkurnar í Vágum hevur eitt stutt upplegg sum eitur: Navngeva – hugleiðingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo