Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
Tiltøk

Tilfeingis- og Vinnumálaráðið: Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi um Fiskivinnuroyndir, har greitt verður frá verkætlanum, og hvat er komið burturúr.

Framløgudagurin verður á Hotel Hilton, fríggjadagin 27. mars 2026, og byrjar kl. 08.30 við kaffi og onkrum undir tonnina.

Kl. 09.05 fer Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, at seta framløgudagin.

Síðani verður stutt greitt frá Fiskivinnuroyndum, og restina av degnum vera styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum Fiskivinnuroyndir hava stuðlað.

Á middegi er ábit við ymiskum fiskarættum.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til (ábit og kaffi), so vit frammanundan vita, hvussu nógv koma. Plássið er avmarkað, í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.

Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi mánadagin 23. mars 2026 klokkan 16:00 við at trýsta á hetta leinkið: Her sæst eisini skráin fyri dagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #