Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Listasavnið: Anker Mortensen (f. 1961) er eitt av týdningarmestu nøvnunum í sínum ættarliði og telist millum tey bestu í føroyskari list.

Við liti á lørifti roynir Anker Mortensen at sjónliggera tað ósjónliga. Útgangsstøðið hjá listamanninum er tann siðbundna, føroyska mentanin, soleiðis sum tað sæst á hansara heitum, sum sipa til støð, fólksliga list, barnarímur og sálmasang, umframt bíbliuvers og veðurlag.

Eitt dømi um eitt slíkt heiti er myndin hjá Díðriki á Skarvanesi “Maanens Duuer” frá 1830-árunum. Onnur heiti eru meira bókmentalig so sum inngangsorðini til rímuna “Rógva út á Balta” og sálmurin hjá barokyrkjaranum Thomas Kingo “Sum ígjøgnum sortar skýggja”. Fleiri heiti vísa til Jóhannesar evangeliið: “Vindurin blæsur, hagar hann vil”. Onnur heiti vísa til forbergið Reynsmúli á Kirkjubøreyni og ymiskar lýsingar av vindstyrki.

Hjá Anker Mortensen verður føroyski heimurin fluttur í ein abstraktan alheim, har formar og huglag kunnu vísa til útgangsstøðið, men tann fløkjasliga og broytandi heildin ber dám av vakurleika, varhuga og tí andaliga. Tær mentanarligu røturnar knýta seg at einari djúphugsaðari veru í einum gandakendum – ofta bláum – litrúmi.

Ígjøgnum teirra ávísing til ein yvirjarðligan veruleika er listin hjá Anker Mortensen í ætt við gomlu ikonmálningarnar, sum júst eisini royndu at avmynda ein hægri heim. Í nýggjari listasøgu eru málningarnir hjá honum í ætt við magiskar fabulantar sum tann sveisiski modernisturin Paul Klee og tann danski Cobra-málarin Carl Henning-Pedersen. Viðvíkjandi tí hugfloygda kann listin eisini knýtast til føroysk listafólk, sum William Heinesen og serliga surrealistisku verkini hjá Elinborg Lützen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo