Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Bókasavnið í Sørvági: Týskvøldið 26. apríl, kl. 19.00, heldur Sigri M. Gaini, Ph.d.-lesandi í politiskari filosofi á Fróðskaparsetri Føroya, fyrilestur á Sørvágs bókasavni við heitinum 'Framsøgufrælsi og haturstala'.

Hvat er haturstala, og eiga vit at hava lógir ímóti haturstalu? Hetta eru spurningar, sum Sigri arbeiðir við úr einum filosofiskum og prinsipiellum sjónarhorni.

Ástøðingar eru ikki á einum máli um, hvørt tað tænir fólkaræðinum at hava virkandi lógir ímóti haturstalu.

Áhugavert er eisini at samanbera U.S.A og Europa, eftirsum U.S.A. er einasta landið í Vesturheiminum, ið ikki hevur virkandi lógir ímóti haturstalu. Hvussu sæst hetta aftur í amerikanska samfelagnum?

Øll eru hjartaliga vælkomin til henda seinasta fyrilesturin í hesum umfari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo