Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Framsókn: Hámarksupphæddin í barsilsskipanini hevur fyri nógvar kvinnur og menn ta ítøkiligu avleiðing við sær, at inntøkan lækkar í samband við barnsburðarfarloyvi, tí at hægsta útgjaldið er kr. 25.000 um mánaðin.

Hámarksupphæddin hevur verið óbroytt síðani 2004. Tá var miðalinntøkan hjá føroyskum kvinnum á leið kr. 14.000 um mánaðin, og hjá monnum kr. 26.500.

Tilsvarandi tølini í dag eru ávikavist kr 26.500 og kr. 38.000.

Tað vil siga, at inntøkumissurin í dag er munandi størri,enn hann var, tá útgjaldsmarkið varð ásett fyri 18 árum síðani. Barsilsinngjaldið hevur onki hámark, meðan útgjaldshámarkið hevur ligið fast í 18 ár.

Økta inngjaldið hesi árini hevur verið brúkt til at leingja farloyvistíðina. Barsilsfarloyvið er nú eitt ár.

Nú er tíðin komin til, at vit brúka fíggjarliga rásarúmið til at hækka hámarkið fyri útgjald, soleiðis at inntøkumissurin í samband við barnsburðarfarloyvi gerst minni.

Tí hevur Framsókn lagt uppskot fram, at ásett verður við lóg, at barsilsútgjaldið frameftir hækkar í minsta lagi sambært leistinum í javningarlógini.

Hetta merkir, at hámarkið í barsilsskipanini fylgir við lønar- og prísgongdini  í samfelagnum.

Barsilsútgjaldið er sum nú er ikki fevnt av lógini og fer tí, um onki hendir, framhaldandi at dragna afturúr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo