Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Stóra framsýningin um samferðslu, sum sýnd verður fram í Múllers Pakhúsi, verður opin til sunnukvøldið kl 18. Opið er annars hvønn dag millum 14 og 18.

Byrjanin til at tað almenna fór at standa fyri strandfarasigling var at landið yvirtók Smiril frá Mortensensmonnunum á Tvøroyri. Í dag flytir Strandferðslan fólk og farm við skipum, lastbilum og bussum.

Tilsamans ferðast 1,2 miljónir fólk við SSL árliga.

Men alt var øðrvísi fyrr. Tá varð róð við árabátum og fólk vórðu skjútsað millum oyggjarnar. Ikki fyrrenn í 1884 fekk løgtingið umsókn um at útvega skip til innanoyggjasigling. Men onki spurdist burturúr. Í 1895 gjørdu Mortensensmennirnir sáttmála um at byggja eitt dampskip í Svøríki - tað var fyrsti Smiril.

Søguliga framsýningin, sum nú hongur uppi í Múllers Pakkhúsi, umfatar alt frá skipasambandi til bussrutur frá gomlum døgum, uttanlandssigling, Oyggjaleiðir, Bygdaleiðir og Farmaleiðir heilt fram til dagin í dag.

Stóra framsýningin letur aftur nú sunnudagin 17. juni kl. 18. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo