Framtaksgrunnur Føroya hevði ein vinning uppá 817 tkr í fjør. Tað skal samanberast við hall á 149 tkr í 2018.
Tað er úrslitið av kapitalpørtum, sum skapar úrslitið hjá grunninum. Hetta úrslitið var nærum 3 mió kr í fjør, og tað er ein millión betri enn árið fyri og annars nógv tað besta í longri tíð.
Grunnurin hevur ein javna uppá smáar 92 mió kr og eina eginogn uppá 23,6 mió kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo