Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í Føroya Lærarafelag verður bíðað í spenningi eftir, at tímarnir til ymsu skúlarnar fyri komandi skúlaár verða lutaðir út. Tá verður nevniliga greitt, hvussu nógv størv – tíðaravmarkað og føst størv – verða lýst leys. Føroya Lærarafelag hevur í nógv ár víst á, at tað eru alt ov nógv tíðaravmarkað størv í fólkaskúlunum. Hetta skúlaárið var søkt eftir nærum 100 lærarum til tíðaravmarkað starv.

- Vit rokna við batum á hesum økinum, tí bæði núverandi og undanfarni landsstýrismaður í skúlamálum hava sagt, at teir vilja arbeiða fyri, at tað verða fleiri føst størv og harvið eisini færri tíðaravmarkað størv.

- Tað fara altíð at vera nøkur tíðaravmarkað størv í fólkaskúlanum fyri teir lærarar, ið eru í farloyvi, men tað rættvísger ikki so nógv, sum talan er um, vísir Jacob Eli S. Olsen á.

Tað er Undirvísingarstýrið, sum boðar skúlunum frá, hvussu nógv føst størv og tíðaravmarkað størv, ið skúlarnir kunnu søkja eftir, tí tey sita við játtanini til skúlarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo