Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Heimsins katolikkar mugu ikki lata mistøkini hjá kirkjuni kasta skuggar yvir Guds kærleika til menniskjuni.

Tað var kanska høvuðsboðskapurin í siðbundnu midnáttarmessuni í Sankta Pæturskirkjuni í Vatikaninum jólaaftan.

Sum vant fylti Jesu føðing nógv í prædikuni. Men Frans pávi, sum er blivin kendur fyri sítt dirvi at ganga nýggjar leiðir, tosaði eisini nógv um kærleikan.

- Jólini minna okkum á, at Gud framvegis elskar okkum øll - eisini tey ringastu okkara millum. Kanska vit hava gjørt stór mistøk og kanska hava vit ranghugsanir um ymiskt. Men Harrin elskar okkum kortini, segði hann millum annað.

Uttan beinleiðis at nevna mistøkini hjá kirkjuni, kom Frans pávi eisini inn á, at kirkjan ikki er uttan feilir.

Í farnu viku boðaði pávin frá, at kirkjan hevur broytt mannagongdir viðvíkjandi hvussu ákærur um kynsliga misnýtslu av børnum innan kirkjugátt framyvir skulu handfarast. Eitt nú hevur hann givið boð um, at kirkjan skal hjálpa myndugleikunum við at finna fram til tey, sum gjøgnum tíðirnar hava gjørt seg inn á børn.

Og fleiri miðlar gita,at pávin í síni prædiku beinleiðis mundi sipa til nógvu málini um kynsliga misnýtslu í katólsku kirkjuni.

- Lat okkum minnast til Jesubarnið, og lat okkum blíva fangað í hansara eyma kærleika. Líkamikið hvat er galið í lívi okkara, líkamikið, hvat er galið í kirkjuni, líkamikið hvørjir trupulleikar eru í heiminum, so er tað ikki longur nøkur umbering, segði hann millum annað í prædikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo