Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Føroya Fólkaháskúli: Freskan eftir Hans Hansen (1962) verður sýnd fram hósdagin 12. januar kl. 17.

Freskan í durinum á Føroya Fólkaháskúla er eitt høvuðsverk í føroyskari listasøgu.

Hans Hansen var borin í heim í Mikladali á Kalsoynni í 1920.

Sum ungur maður sigldi hann undir Íslandi og Grønlandi, men fór í 1949 til Keypmannahavnar, fyrst á tekniskúla og seinni á Listaakademiið 1951-54.

Seinni var hann í Italia og lærdi freskoteknikkin. Fresko merkir ein veggjamáling, sum er málað beint á vátt kálkpuss, ið skapar eitt serligt listarligt úttrykk.

Marius Johannesen, sum var stjóri á Háskúlanum tá, skipaði fyri at fáa ein heilan vegg í durinum prýddan við einari fresku við serføroyskum motivum – føroyska bátinum, bygdagøtuni og seyðamanninum. Verkið varð liðugt í 1961. Av tí at Hans Hansen doyði so ungur, er tað eitt av fáu stóru verkum hansara.

Tó bleiv freskan sum árini gingu illa skødd við bæði graffiti og skøvum. Í longri tið hevur ætlanin verið, at seta myndina í stand, men ikki fyrr enn nú hevur tað borið til, við gávu frá Lærugrunni Føroya og Hiddenfjord. Tom Egelund, konservator, arbeiddi í fimm vikur í november, og síðani tá er eisini dururin rundanum uppfrískaður.

Til móttøkuna siga Poulina Slættanes, sum kendi Hans Hansen tá hon var smágenta og tannáringur, nøkur orð, Bárður Jákupsson tosar um listaverkið og Tom Egelund greiðir stutt frá um tilgongdina at restaurera verkið.

Til høvið hevur Háskúlin fingið upprunaskitsuna til láns, eins og ein arbeiðsprøva, sum var gjørdur til endaliga verkið.

Háskúlin bjóðar kaffi, te og smákøkur.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo