- Her hevur verið stak friðarligt. Hóast sera nógv fólk var í býnum, so var alt ella í øllum førum tað mesta soleiðis, sum tað skuldi. Tað sigur vakthavandi á politigarðinum í Havn um síðsta samdøgrið.
Í nøkrum førum var politiið tó tilkallað, til men tað var ikki verri enn so, at partarnir fingu talað seg til rættis.
- Ongin bót er skrivað fyri brot á skilhaldsreglur, sum annars er rættuliga vanligt í býarlívinum og heldur ongin er tikin fyri at koyra eftir at hava drukkið, so vit mugu bara siga, at vit eru komin friðarliga inn í nýggja árið, sigur vakthavandi.
Tað var hált í býnum í gjár, og tí eru nøkur fólk dottin og hava havt tørv á at koma undir læknahond.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo