Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hóast stúgvandi fult av fólki í býnum, var vikuskiftið sum heild friðarligt, sambært døgnrapportini hjá politinum.

- Veðrið var gott og nógv fólk í býnum, men tá eru vit eisini væl mannað, og alt spældi væl av, sum vakthavandi á politistøðini sigur.

Ein maður var drukkin og nakað ólátaður, hann endaði við at noyðast ein túr á støðini við politinum, sum helt tað var best, at hann har svav rúsin av sær. Hann fær nú sekt fyri brot á skilhaldsreglurnar, sum tað eitur.

Í einum øðrum føri var ein bilførari tikin fyri at hava koyrt nógv skjótari enn loyvt. Hann koyrdi 111 km/t og fær klipp í koyrikortið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo