Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan er komin fram á tvey fólk í náttarlívinum í Havn um vikuskiftið, sum høvdu ólóglig rúsevni uppiá sær. Talan var kortini ikki um so stórar nøgdir, at tað er orsøk til at halda, at rúsevnini vóru til annað enn egið brúk, og fólkini fáa tí eina bót.

Annars var fyri tað mesta friðarligt bæði kvøldini, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Ferðmátingar vórðu gjørdar í Kaldbaksbotni, har vóru tveir bilførarar tiknir og fáa treytaða frádøming. Tann sum koyrdi skjótast koyrdi 125 km/t.

Politiið var annars til staðar í náttarlívinum, og tað hevur sum oftast ein kyrrandi virknað, vísir vakthavandi á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo