Ein maður hevur sovið rúsin av sær á politigarðinum í Havn, eftir at hann bar seg so mikið ófólkaliga at í býarlívinum í Havn síðstu nátt, at neyðugt varð at senda boð eftir løgregluni. Maðurin fær eitt sektaruppskot fyri at bróta skilhaldsreglurnar hjá politinum.
Á bátastevnuni í Vestmanna hevur alt verið friðarligt, men eitt mál verður skrivað í samband við at ólóglig rúsevni vóru funnin uppiá einum persóni.
- Annars eru vit eisini hjástaddir við báti har og fara at ansa eftir, at ongin ætlar sær at sigla heim aftur frá stevnuni ávirkaður av alkoholi, sigur vakthavandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo