Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sambært døgnrapportini hjá politinum duga føroyingar sum heild hógv tá teir stuttleika sær. Fleiri tiltøku vóru í gjár at fara til, og tey vóru øll væl vitjað.

- Har var bæði dansibandsfestivalur í Vági, Bátafestivalur á Toftum og tiltakið á Grynnuni í Havn, og sum vit hava skilt tað var stúgvandi fult av fólki til hesi tiltøkini, men kortini spældi alt væl av, sigur vakthavandi. Helst gjørdi góða veðrið eisini sítt til, at so var.

Í trimum førum vórðu bilførarar tó tiknir, tí illgruni er um, at teir hava koyrt bil ávirkaðir. Tað hendi bæði í suðurøkinum, norðøkinum og miðstaðarøkinum. Eitt harðskapsmál er eisini meldað og verður kannað nærri, men tað var ikki eitt av teimum grovu, sum vakthavandi málber seg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo