Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valurslit.fo: Árið 1953 er serstakt í fólkatingssøguni. Danir eru á fólkatingsvali tvær ferðir hetta árið, men føroyingar eru bara ta einu ferðina.

Orsøkin til, at tvey fólkatingsval vera hildin í 1953, er nýggja grundlógin, sum verður samtykt í juni sama ár.

Ein ítøkilig broyting við nýggju grundlógini er, at gamla landstingið verður niðurlagt. Fyri grundlógarbroytingina hava Føroyar eitt fólkatingsumboð, og eitt landstingsumboð. Nú skulu Føroyar velja tvey fólkatingsumboð ístaðin.

Eitt úrslit av grundlógarbroytingunum í juni 1953 er, at val skal haldast til nýggja fólkatingið – eisini hóast eitt nýtt fólkating varð valt bara fáar mánaðir frammanundan. Fólkatingsval verður tískil aftur hildið í september í 1953.

Á fyrra fólkatingsvalinum, sum var í mai 1953, verða Peter Mohr Dam úr Javnaðarflokkinum og Johan Martin Frederik Poulsen úr Sambandsflokkinum valdir. Ta ferðina stilla Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin upp við fýra valevnum hvør, og Sjálvstýrisflokkurin stillar upp við tveimum valevnum.

Til seinna fólkatingsvalið koma boð úr Føroyum um, at bara tvey valevni stilla upp. Tað eru teir báðir, sum vóru valdir fyrr um árið, Peter Mohr Dam og Johan Martin Frederik Poulsen.

Av somu orsøk verður einki val í Føroyum í september. Valið verður avlýst.

Fólkatingsvalið á heysti 1953 er sostatt eitt friðarval, har tvey umboð verða vald uttan nakra atkvøðugreiðslu.

valurslit.fo her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo