Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað frættist, at tað óhugnaliga ovurkonservativa danska organið "Frihedsbrevet" við hjálp av føroyskum stráfólki og eini fyrrverandi føroyskari varpingar-frúgv eru við at ota seg inn á sakleysar føroyskar lurtarar.

Tann frúgvin er valla bílig, men bæði føroyskir og danskir bakmenn betala.

Tað er sera óhugnaligt, ti tað er valla nakað medium i Danmark, sum er so litið FRÍTT sum tað sonevnda "Frihedsbrevet".

Tað er beinleiðis fjøtrað av ráum kapitalinteressum!

Sendistøðin er reaktioner, smáfascistisk og stýrd av beinhørðum vinnulivsmonnum og teirra lýsingum.

Sum danskarar taka til: "Der er ingen frihed i Frihedsbrevet"!

Tað eru ónossligir danskir skemdargestir, sum via glaðbeint føroysk ørindafolk ætla at dyrka karráar og reaktionerar yvirklassa-interessur i Føroyum, sum teir longu gera frammanundan í Danmark, har teir liva av ovurdýrum lýsingum.

Ein vamlislig og óneyðug import. av privat kommerciellum útvarpi, sum tann føroyski lurtarin slett ikki hevur brúk fyri.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo