Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danski miðilin Frihedsbrevet hevði eitt vánaligt ár í fjør.

Ekstrablaðið skrivar um roknskapin hjá felagnum handan miðilin, Mediehuset Friheden A/S, undir yvirskriftini "Bløder millioner", at hallið síðsta roknskaparár var heilar 18 milliónir krónur.

Men tað er ikki á nakran hátt óvæntað, sigur ábyrgdarhavandi redaktørurin, Mads Brügger.

- Tað er tí vit júst eru byrjað. Vit hava ment eina app, sum vit hava brúkt nógvar pengar uppá, sigur Mads Brügger og leggur afturat, at gongdin annars er sum ætlað.

Danski miðilin hevur ein systirmiðil í Føroyum, sum hevur verið rættuliga sjónligur í miðlalandslagnum seinastu tíðina.

Ábyrgdarhavandi redaktørurin á Frihendsbrevet.fo sigur í stuttari viðmerking, at úrslitið hjá danska miðlinum als ongan týdning hevur fyri føroyska partin.

- Vit veksa sum væntað og tað gongur sera væl higartil. Enn hava vit einans fýra mánaðir á baki, so tað er ov tíðliga at siga, at tað melur runt. Hinvegin kenni eg meg púra trygga við, at føroyingar framhaldandi fara at vilja vera limir í Frihedsbrevet, tí sum eg plagi at siga - vit hava tørv á valdskritiskum, óheftum miðlum, sum nýta størstu orkuna upp á at levera gravandi journalistikk. Og skal eg meta út frá áhuganum higartil, so eru føroyingar samdir við mær í tí. Eg veit eisini hvørjar søgur vit hava fyri framman, og kann illa ímynda mær, at fólk ikki vilja fylgja við í og stuðla tí arbeiðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo