Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sjálvandi skulu børn og ung eggjast til at vera virkin innan ítrótt, tónleik, list, skótar og annað skipað frítíðarvirksemi. Og sjálvandi eiga vit at hjálpa foreldrunum fíggjarliga við einum frítíðarkorti, so vit tryggja øllum sama møguleika.

Tað er væl og virðiliga prógvað, at tá børn eru virkin í sunnum og væl skipaðum felagsskapum, ja, so er munandi minni sannlíkt, at tey enda á skeivum og skaðiligum leiðum - eitt nú við rúsevnum og kriminaliteti.

Tað er eisini prógvað, at tað økir um sálarheilsuna at vera virkin saman við øðrum. Hartil koma kropsligu, kognitivu og sosialu fyrimunirnir.

Tað eru óteljandi fyrimunir av at fáa børnini inn í skipað tilboð - og pengarnir, sum tað kostar, kunnu roknast sum beinleiðis fyribyrging ímóti, at tey enda á skeivum leiðum. Ger tey tað, gerst tað av sonnum dýrt – bæði í menniskjalagnum og í pengum.

Verði eg vald í býráðið, verður frítíðarkortið eitt tað fyrsta, eg fari at arbeiða við, tí vit mugu tryggja øllum børnum og ungum í Tórshavnar kommmunu sama møguleika at vera virkin og at vera við - sama hvør fíggarstøðan hjá foreldrunum er.

Elin Heðinsdóttir Joensen
Valevni fyri Javnaðarflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo