Hósdagin, Kristi himmalsferðardag kl. 18 verður høvi at koma í Betesda, Klaksvík, at hoyra onnur vitna og at luta tín vitnisburð um, hvat HARRIN hevur gjørt fyri teg.
Jógvan Mortensen fer saman við øðrum at framføra sangir um HARRAN.
”Dúva mín í fjallagjáunum, í lívd bergsins! Lat meg síggja andlit títt, lat meg hoyra mál títt! Tí mál títt er søtt, og andlit títt er yndisligt”. (Hásong. 2,14)
"Sig frá stórverkunum, ið Gud hevur gjørt fyri teg!" (Luk. 8,39)
Hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo