Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Frøði hesaferð: Pápin hevur sum heild verið ósjónligur í orðaskiftinum um kyn, familjulív og barnauppaling í miðlunum í Føroyum. Seinastu árini er vend tó so smátt komin í, og í dag er semja um, at tørvur er á einum fjølbroyttari kjaki, ið eisini varpar ljós á umstøðurnar og sjónarmiðini hjá monnum. Firouz Gaini stendur fyri eini verkætlan um leiklutin hjá føroyska pápanum og greiðir frá nøkrum av úrslitunum.

Ása Johannesen hevur í fleiri ár granskað í trivnaðinum hjá laksi. Nú alingin otar seg út har aldurnar bróta, setir hon sjóneykuna á, hvussu laksurin trívist.

Ein niðurstøða er, at laksur mangan doyr í tungari aldu. Men samanumtikið klárar laksur seg væl í bæði streymi og aldu, og tað snýr seg um at finna alihættir, har til ber at hýsa laksinum undir vatnskorpuni.

Jens-Kjeld Jensen skrivar forkunnuga grein um fornu plantuna Vatnspíri, sum veksur í eini tjørn í Nólsoy.

Broytingartíðirnar í 1800’talinum høvdu við sær ringar matvanar, og tað gekk aftur á hondina heilsuliga hjá nógvum føroyingum. Serliga kvinnurnar mistrivust. Tørvur var tí á upplýsing um føðslu, og ynski vóru frammi um at venda gongdini. Lív Arge Simonsen hevur skrivað áhugaverda grein um hesi viðurskifti og um at tær royndir, ið skuldu bøta um trivnaðin.

Rolf Guttesen hevur við grundarlag í kirkjutíggjundum í tíðarskeiðinum 1693-1900 kannað, hvussu veðurlagið hevur háttað sær hesi árini. Aðrar keldur eru eisini um veðurlagið fyrr. Sum heild vísa útrokningarnar, at veðurlagið hevur verið sera ymiskt og hetta sæst aftur í samfelagsbúskapinum, millum annað í tíggjundaroknskapunum.

Sissal M. Rasmussen hevur í eini kanning víst á, at tað hevur stóran týdning, hvussu stórt orðafeingi er hjá børnum, tá børn samskifta. Tað er stórur munur á, hvussu nógv orð einstøku børnini duga. Hesir munir síggjast tíðliga og kunnu halda á í uppvøkstrinum. Munirnir eru knýttir at ymsum umstøðum, m.a. málsliga umhvørvinum hjá barninum, alt eftir hvussu nógv og á hvønn hátt tosað verður við barnið.

Í Føroyum hava vit nógvar firðir og nógv sund, men í nýggjari gransking vísir Sissal Vágsheyg Erenbjerg á, at vit eisini hava ‘fjarðakend’ sund. Sum dømi í grein, sum Sissal og Bogi Hansen skriva, nevna tey Sundalagið norðan fyri Streymin. Tey staðfesta, at tann sunnasti parturin av Sundalagnum er miðdepil í einum sonevndum amphidromum økið í Norðuratlantshavinum. Fyribrigdið ger, at Sundalagið norðan fyri Streymin fær nýggjan, útskiftan sjógv í miðal eina viku norðureftir og eina viku suðureftir.

Seinastu greinina skrivar Bergur Rønne Moberg um nýggja hugtakið destinatiónsbygging. Talan er um eitt nýtt slag av tjóðar- og staðarbygging - at byggja land við kreativiteti, innovatión, mentan og list. Kaldar oyggjar eru vorðnar cool, og Føroyar branda seg og sítt landslag, náttúrutilfeingi, mentanartilfeingi og list við góðum úrsliti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo