Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Christelle og Clement hava eisini ferðast eitt sindur í Føroyum. Her eru tey í Saksun

Christelle tekur magar úr júst innkomna fiskinum umborð á Jákup Sverra

Clement hevur m.a. verið í Stóru Dímun og talt fugl

Havstovan: Í summar hava Christelle Nivoix og Clement Buttarelli, sum eru djóralæknalesandi á veterinerskúlanum í Toulouse í Fraklandi, verið í starvsvenjing á Havstovuni í seks vikur.

Í samband við djóralæknalesturin í Touluse verður kravt, at tey lesandi í seks vikur skulu í starvsvenjing á útlendskum granskingarstovni. Christelle og Clement settu seg tí í samband við Havstovuna, har tey byrjaðu um miðjan juni.

Christelle hevur verið á Uppsjóvardeildini, har hon fyrstu tríggjar vikurnar lærdi at kanna magar á sild, makreli og svartkjafti. Síðstu tríggjar vikurnar hevur hon verið við Jákup Sverra á makrelkanningum, har hon hevur kannað magar á veidda fiskinum.

Clement hevur verið á Fuglakanningardeildini, har hann serliga hevur hjálp til við feltarbeiðinum í samband við merking av fugli. Eisini hevur Clement hjálp til við árligu fuglateljingunum av lomviga, ritu og havhesti í Høvdanum í Skúvoy.

Nú starvsvenjingin er um at vera liðug skulu Christelle og Clement skriva frágreiðing um arbeiðið, tey hava gjørt í starvsvenjingini. Frágreiðingin skal leggjast fram og próvdømast á djóralæknaskúlanum aftaná summarfrítíðina.

Havstovan hevur verið glað fyri at havt Christelle og Clement í starvsvenjing og takkar teimum fyri tíðina.

Christelle tekur magar úr júst innkomna fiskinum umborð á Jákup Sverra

Clement hevur m.a. verið í Stóru Dímun og talt fugl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo