Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF var um vikuskiftið vertur fyri árliga Norðurlandafundinum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF var um vikuskiftið vertur fyri árliga Norðurlandafundinum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF var um vikuskiftið vertur fyri árliga Norðurlandafundinum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fótbóltssamband Føroya var um vikuskiftið vertur fyri stóra árliga Norðurlandafundinum, har umboð fyri øll tey norðurlendsku fótbóltssambondini taka lut. Íalt vóru 70 luttakarar við til fundin, sum varð hildin á Hotel Føroyum og á Tórsvølli.

– Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri Norðurlond, og fyri styrkina hjá Norðurlondum í aljóða samanhangi, at vit standa saman. Hesir árligu fundirnir, har vit saman viðgera viðkomandi og mangan trupul mál, eru grundarlagið fyri okkara norðurlendska samstarvi, sigur forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.

Millum málini, ið vórðu viðgjørd á fundinum, var norðurlendska samstarvið í framtíðini, og komandi ES forboðið av sølu av gummiífyllu til graslíkisvallir.

– Fundurin í ár var ógvuliga gevandi. Kjakið um norðurlendska samstarvið var týdningarmikið og uppbyggjandi. Sjálvur eri eg eisini serliga fegin um, at vit fingu bjóðað gestum okkara til ein tíma við heilsufótbólti leygarmorgunin, har fótbóltsspælið og samvera eru í hásæti, sigur Christian Andreasen at enda.

Í 2024 verður danska fótbóltssambandið, DBU vertur fyri Norðurlandafundinum.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo