Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heimins ríkasti maður Elon Musk sigst hava hildið privatar fundir til tess at umrøða, hvussu forsætisráðharrin í Bretlandi, Keir Starmer, kann rekast frá áðrenn næsta val.

Tað skrivar Financial Times í morgun, og avísin endurgevur frá ónavngivnum keldum, sum sigast vita um málið. 

Keldurnar upplýsa at Musk skal hava savnað sær vitan um hvørt tað er gjørligt at fáa nokk stuðul til alternativar politiskar flokkar í Bretlandi, og serliga høgraflokkin Reform UK. 

Men tað hevur ikki eydnast avísini at fáa eina viðmerking frá Musk, skrivar norska TV2

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo