

Heilsifrøðiliga Starvsstovan: Fuglakrím er nú staðfest bæði í heimafugli og fleiri villum fuglasløgum í Føroyum. Talan er um hápatogent fuglakrím, HPAI H5N1, ið er sama slagið, sum er staðfest um stóran part av Evropa í ár og tíbetur hevur higartil ikki verði atvold til álvarsama sjúku hjá fólki.
Villu fuglasløgini, ið hava fingið staðfest fuglakrím, eru: Skúgvur, svartbakur, súla, gamal havhestur, ravnur, fiskimási, bládúgva og kjógvi, og er talan um smittu kring alt landið.
Hetta samsvarar eisini væl við, at stórt fellið hevur verið at sæð í fleiri av hesum villu fuglastovnunum í Føroyum.
Av tí at fuglakrím er ein so álvarslig sjúka hjá fugli, og at ein ávísur, men tíbetur sera lítil, vandi er fyri, at fólk eisini kunnu smittast, er avgerð tikin um at gera alt landið til eina sonu har sum eigarar av flogfenaði skulu vera sera ansnir við sínum fugli.
Eisini verður heitt á almenningin, sum heild, at vera gáin í náttúruni, skrivar HFS.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo