Í Bretlandi hava tey nú funnið fleiri súgdjór smittað við fuglakrími, serliga rev og otara.
BBC skrivar, at um allan heim eru nú 208 milliónir fuglar deyðir av sjúkuni, og minst 200 smittað súgdjór eru eisini funnin.
Her í Føroyum doyðu serliga nógvar súlur og nógvir skúgvar av fuglakríminum í fjør.
Sagt verður tó, at tað framvegis er lítil vandi fyri, at fuglakrím smittar fólk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo