Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SPROTIN: Á Sunda bókasavni mikukvøldið 19/10. kl. 19 - Á Fiskastykkinum í Sandavági hóskvøldið 20/10 kl. 20.

Sum liður í bókaframløgum kring landið, fara Silas Olofson myndatakari og Jórun Pólsdóttir lívfrøðingur at leggja stóra bókaverkið FUGLAR OKKARA fram á Sunda bókasavni á Fiskastykkinum í Sandavági hesa vikuna.

Høvi verður at síggja fleiri av sjáldsama góðu fuglamyndunum úr bókini, umframt at hoyra ymiskt forkunnugt um fuglalívið í Føroyum. Høvundarnir fara eisini at greiða frá tilgongdini at gera bókina.

Endamálið við bókaverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum, og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív.

Í verkinum FUGLAR OKKARA verður greitt frá livihátti, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. Serliga nógv verður gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. tekstabrot er um reiðran, myndir av eggum, um atburð í náttúruni, hvat hóttir fuglalív og um føroyska fuglaárið. Øll fuglasløgini eru lýst í myndum, sum í stóran mun eru tiknar í Føroyum.

Silas Olofson myndatakari og Jórun Pólsdóttir lívfrøðingur hava í mong ár arbeitt við nýggjari bók um fuglar í Føroyum. Bókin lýsir í teksti og myndum øll vill fuglasløg, sum eru skrásett í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo