Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Um fimmtíðina seinnapartin fekk løgreglan fráboðan um, at fólk høvdu sæð ein lívleysan mann flótandi á sjónum á Vestaruvág.

Skjótt bar til at staðfesta, at maðurin var deyður, helst druknaður.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at maðurin er um 60 ár, og tey avvarðandi hava fingið boðini.

Nú verður kannað, um upptøkur gjørdar við videoeftirlitstólum á staðnum møguliga kunnu vísa hvat er hent. Men politiið vil fegið frætta frá fólki, sum møguliga hava sæð okkurt í samband við hendingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo