Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Eg veit um fleiri støð í býnum, har tú kanst ganga teg fram á tílíkt sum hetta. Eitt nú í plantasjuni og í fleiri almennum wc'um. Tað er ótespuligt, og átti ikki at komið fyri.

Soleiðis sigur Elsa Nicklasdóttir Lyngvej við VP.

Hon hevur um páskini lagt út mynd og tekst á facebook, sum vísir kanylir og sproytur sum eftir øllum at døma er brúkt til at spræna rúsevni inn í æðrarnar. Hon fann hetta, tá hon gekk sær ein túr í Kirkjugarðinum á Svínaryggi (Gamla kirkjugarði) í Havn.

Hjá politinum fáa tey ikki í dag gjørt viðmerkingar til málið, tí røttu viðkomandi eru ikki til arbeiðis.

Men Martin Kúrberg, sum er dagligur leiðari í Herberginum hjá Frelsunarherinum, sum liggur beint hinumegin vegin, segði í tíðindasendingini hjá Útvarpinum á middegi, at tey eru væl vitandi um, at misbrúkarar halda til í Gamla kirkjugarðinum.

Elsa Nicklasdóttir Lyngvej heldur, at tað átti eisini at verið onkur sum hevði ábyrgdina av at tikið slíkt burtur, so tað ikki liggur har og kann gera skaða á fólk.

- Tað sum eg sá í gjár liggur har enn, sigur hon við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo