Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Myndatøka: Jón K. Joensen

Myndatøka: Jón K. Joensen

Myndatøka: Jón K. Joensen

Atlantic Airways: Teir fýra nýggju flogskipararnir eru Bogi av Vollanum, Heri Magnason Arge, Mortan Fjørðoy og Niels Pætur Wraae, og teir hava nú allir fingið prógv uppá at kunna flúgva Airbus 320 flogfør. Hetta er ikki nøkur sjálvfylgja í einum so lítlum landi og krevur eisini, at førleikamenning verður raðfest, fyrireikað og arbeitt miðvíst ímóti at útbúgva føroyskar flogskiparar og røkka hesum máli.

“Atlantic Airways er føroyskt tjóðarfelag, ein loftbrúgv og ein lívlinja, og síðani 2015 hava vit í samljóði við politikk okkara um samfelagsábyrgd (CSR) havt sum mál at bjóða út type rating fyri at vera við til at styrkja og førleikamenna føroyska flogvinnu,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Type rating merkir, at tú eftir lokna flogskiparaútbúgving verður góðkend/ur til at flúgva eitt ávíst slag av flogfari og í hesum føri er ítøkiliga talan um Airbus 320 flogfør. Tað er framleiðarin av flogførum, sum ásetir type rating-venjing og -krøv, og fevna tey eitt nú um umfatandi venjing bæði í simulatori og umborð á flogførunum.

“Longu í 2016 fingu seks tey fyrstu prógv sum Airbus 320 flogskiparar eftir hesi heildarætlan hjá Atlantic Airways, og síðani tá hava 10 afturat fingið flogskiparaprógv,” sigur Jóhanna á Bergi og leggur afturat:

“Nú kunnu vit aftur hátíðarhalda, at vit hava fingið fýra nýggjar, ungar, føroyskar Airbus 320 flogskiparar afturat í vinnuna. Tað gongur væl hjá okkum, hóast vit framvegis arbeiða okkum uppaftur eftir koronufarsóttina. Ferðafólkatalið er vaksið munandi, eitt flogfar er komið afturat í flotan, og tørvur verður tí á fleiri flogskiparum í næstum.”

Eisini Ellef Ellefsen, leiðandi flogskipari hjá Atlantic Airways, fegnast um nýggju flogskipararnar, sum nú eru lagstir afturat.

“Hetta er ein stórur dagur bæði fyri føroyska flogvinnu og -søgu. At tað leggjast fýra føroyskir flogskiparar afturat samstundis er gott tekin um eina vinnu í vøkstri,” sigur Ellef Ellefsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo