Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin kunnger fýra nøvn afturat til tiltakið í august. Hetta eru føroyskir sangarar, ið fara at framføra á pallinum á Torginum. Tónleikararnir eru Eyðun Nolsøe, Páll Brim, Hjalmar & Dagfinn og Eyðun Jacobsen.

Poppsangarin og sangskrivarin Eyðun Nolsøe er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur síðani ungdómsárini skriva og spælt tónleik, og hann er framvegis sera virkin í føroyskum tónleikalívi. Fyrstu nógvu árini var Eyðun Nolsøe partur av Frændum, og sangirnir, hann skrivaði og spældi, vóru í flestu førum partur av tónleikinum hjá Frændum. Serliga síðani 90’ini hevur Eyðun Nolsøe eisini framført og útgivið tónleik sum solistur.
Eyðun hevur gjøgnum árini skrivað sangir sum »Mítt Land«, »80’ini«, »Dansa«, »Til Tey Stressaðu« og aðrar.

Hjalmar og Dagfinn eru kendir og royndir hvør í sínum lagi – og ikki minst sum ein sterk duo seinastu mongu árini. Kendir eru teir til dømis fyri sangin »Vovið av Guði«. Dagfinn hevur spældi í bólkinum Springs, og hann gav fløgu út undir navninum Dagfinn & Impulz – ikki minst hittini »Prikkuta Mona« og »Fagri Flokkur. Hjalmar var limur í væl umtókta suðuroyarbólkinum Júmen. Hann hevur leikt í fleiri suðuroyarbólkum og er kendur sum frálíkur sangari. Hjalmar og Dagfinn hava seinni mongu árini framført tveireinir til alskyns tiltøk, og nú koma teir á fyrsta sinni á Summar Festivalin at spæla.

Páll Brim er sangari og sangskrivari, ið hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í nógv ár. Hann var í fleiri ár partur av bólkinum Danny & The Veetos, og eftir tað hevur hann útgivið sangir sum solistur.  Sangurin »Victory« var nógv spældur, og í hesum døgum er hann at hoyra við nýggja útspælinum »Void of my Soul«. Páll Brim syngur eisini hittið »Góð, góð, góð«.

Páll Brim spælir nógv live – ofta saman við Brynjari Olsen – og hann dugir serstakliga væl at fanga áhoyrarafjøldina.

Eyðun Jacobsen er sera virkin í føroyskum gospeltónleiki. Hann syngur, skrivar sangir, gevur út, framførir og hjálpir øðrum tónleikarum við útgávum. Hann hevur gjørt nógvar ferðir til Nashville at gera innspælingar – bæði hjá sær sjálvum og saman við øðrum. Klaksvíkingurin gav longu í áttati árunum út gospeltónleik, og hann hevur síðani verið virkin í nógvum samanhangum ­­– bæði í bólkum, kórum og sum solistur.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august. Næstu dagarnar verða fleiri bólkar kunngjørdir – bæði føroyskir og útlendskir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo