Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Iranskir myndugleikar hava í dag avrættað fýra persónar, sum eru skuldsettir fyri at vera ísraelskir njósnarar. 

Iranar halda, at teir fýra, sum nú eru tiknir av døgum, hava arbeitt fyri ísrealsku fregnartænastuna Mossad.

Hetta skrivar dr.dk.

Tríggir aðrir persónar hava fingið fongsulsrevsing á fimm til tíggju ár.

Tíðindatænastan hjá iranska statinum skrivar, at teir fýra persónarnir hava gjørt seg inn á almennu trygdina í landinum. Heilt ítøkiliga eru teir ákærdir fyri at hava burturført og avhoyrt fleiri persónar.

Persónarnir eru eisini ákærdir fyri at hava vápn frá Mossad uppi á sær og fyri at hava móttikið peningaflytingar frá ísraelsku fregnartænastuni í kryptogjaldoyra.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Iran skuldsetir Ísrael fyri at njósnast í landinum. Viðurskiftini millum londini bæði eru spent, og londini hava í fleiri ár skuldsett hvønn annan fyri njósning. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo