Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fimleikasambandið: Í morgun fór Fimleikasambandið til Helsinki í Finnlandi við fýra ungum fimleikarum.

Tað eru Anna Sofía Bjarnastein Højsted, Mia Højgaard, David Hallson Dalsgard og Ari Poulsen, sum fara at umboða Føroyar í vikuskiftinum til NM, har tey fara at kappast um Norðurlendska Meistaraheiti.

NM er ein amboðs kapping fyri Jounior og Youth.

Venjararnir sum fara við eru Rúni Lamhauge, frá Støkk, og Camelia M Mindricel, frá HF.

Tá fimleikasambandið fer til eina kapping sum hesa, skulu dómarar altíð vera við, og á hesum sinni er tað ein av okkara altjóða dómarum, Anna Margit Dalsgaard Thomsen, sum kemur at døma á kvinnusíðuni. 

Útlitini síggja góð út, so vit gleða okkum at síggja, hvussu tað fer at gangast okkara fimleikarum.

Fimleikasambandið ynskir teimum bestu eydnu til kappingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo